Um kikarin.com
Nøkur fakta um kikarin.com:
- Tíðindi á kikarin.com : Tað eru rættuliga deildar meiningar um hvat ein kann loyva sær at brúka eitt RSS-feed til. Eg havi tí avgjørt at spyrja allar miðlar um loyvi at brúka teirra RSS-feed, sum ikki tíðuliga á teirra heimasíðu siga, at teir loyva heimasíðu-eigarum at brúka tað soleiðis sum eg nú geri. Sigast skal tí, at kikarin.com hevur fingið loyvið frá teimum tíðinda-heimasíðunum, ið kikarin.com brúkar tíðindi hjá. Tann eina tulki eg tó sum, at eg havi fingið loyvi frá fyri nøkrum vikum síðani, men viðkomandi vendur aftur til mín tá tað er endaliga avgjørt hvussu ein kann, ella ikki kann brúka teirra RSS-feed. - Sigast kann tí, at kikarin.com viðvíkjandi RSS-tíðindum hevur alt uppá tað turra.
- Kikarin.com goymir IP-adressur tá talan er um tilfar brúkarir senda inn... t.d. lýsingar, myndir osf - tað gera flest allar heimasíðir nú á døgum har brúkarir hava ávirkan á innihaldi. - Hvat er ein IP-adressa ? Trýst á linki HER.
- Havi í huga, at tað bert er ein persónur, sum tekur sær av kikarin.com, og at tað er mín hobby. Bíðitíðir kunnu blíva langar, áðrenn t.d. lýsingar, links koma á heimasíðuna og, at teldupostar blíva svaraðir. - Vinarliga lati minst 2 dagar ganga áðrenn tit gera vart við, at okkurt ikki er komi á kikarin.com.
- Tilfar kikarin.com linkar til, skal í høvuðsheitinum vera av slíkum slag, at ein kann siga at børn ikki taka skaða av at síggja tað, men tað sum kanska mest kemur at vera á grensuni, ella beint yvir grensuni til brot á tað høvuðsregluna, kemur helst at vera, tá tað kemur til ymiskt skemt.
- Tað verður ikki førd hægtøl við links undir "HOTLINKS", og tí hava hesar síður ikki møguleika at koma á TOP-10 LINKS listan. Haldi tað er betur, at onnur hava ein møguleika at koma á TOP-10 LISTAN, tí tey link sum eru undir "HOTLINKS" eru uttan iva sera væl vitjaðar og longu væl kendar.
- Listanir á forsíðuni ið byrja við "TOP-" eru yvir mest brúktu link seinastu 7 dagarnar.
- Havi avgjørt, at video-tíðindi frá einastu føroysku heimasíðu, sum framleiðir video-tíðindi í høvuðusheitinum ikki sleppa á kikarin.com. Havi mett hetta ikki er neyðugt, tá flest øll vitjandi á kikarin.com helst eisini vitja portal.fo fleiri ferðir um dagin, og tískil ongin orsøk at fylla databasan á kikarin.com óneyðugt - Link hartil blív tó tikin við, um tað eru tíðindi sum eru sera áhugaverd, og verd at síggja aftur seinni í tíðini.
WWW.KIKARIN.COM
Tlf: 254330
Faroesites@gmail.com