25-12-2009Hvalbiar kirkja eftir størri umvæling Fyrsta guðstænastan í Hvalbiar kirkju eftir størri umvælingar var 25.des. 2009. Símin Jacobsen prestur helt guðstænastuna hendan dagin
05-12-2009Jólatræði í Hvalba tendrað Tað bleiv nógv gjørt burturúr at jólatræði í Hvalba í dag bleiv tendrað. Hareftir leiðin fyri mong gekk í Royn høllina.
21-11-2009Jaguar XK (í Fifth gear) Her er eitt klipp har Jaguar XK blívur umrøddur í Fifth Gear - á týskum.
10-11-2009Ein fitt løva gevur eitt klemm Ja sjálvt leyvur nýtist man ikki ræðast
01-11-2009Ókeypis spæl: League of Legends League of Legends, sum fleiri eisini stytta til LOL, er eitt rættuliga undirhaldandi og spennandi spæl, og so er tað eisini eftir øllum at døma ókeypis. Spælið er eitt online multiplayer spæl, og kann downloadast av síðuni www.leagueoflegends.com
04-04-2009Nógvir svanar í Hvalba Ì dag var ein stórur flokkur av savnum á Heygsvatni í Hvalba, teir vóru uml. 65.
26-01-2009Móttøka í Hvalba fyri Breiðanes og Hamranes Eg var úti við Báradrangi II, og pápa mínum og tók ímótur nýggju skipunum, sum komu til Hvalba leygardagin. Myndagóðskan er so sum so, tí alt er tikið upp við fartelefon uttan tvær tær fyrstu myndirnar.
19-11-2008Poker: Peter Eastgate vann 53milliónir kr 22ára gamli Peter Eastgate úr Danmark bleiv heimsmeistari í poker í kapping í Las Vegas, og vann 53milliónir kr.
19-09-2008Metallica úti við nýggjari fløgu Í samband við at Metallica er úti við nýggjari fløgu hava teir havt konsert í Berlin.
Her eru brot frá ferðini, sum onkur hevur lagt á youtube
13-07-2008ASUS EEE : Bílig mini-fartelda Asus hevur gjørt eina seriu av mini-farteldum tey nevna EEE, sum ikki er størri enn eitt hálvt A4-ark, og har tað serliga er lági prísurin sum er verdur at leggja merki til, sum kemur at liggja uml. 2500-4000kr í danmark, samanborið við aðrar lítlar teldur. Ein kann t.d. nevna tað minstu Sony Vaio sum liggur uml. 15-18.000kr. Greiði munurin er tó tann at Asus EEE ikki hevur líka stóra roknikraft sum Sony Vaio, men er góð nokk til vanligt internet-brúk, skrivstovuarbeiði og til at vísa film.
Í videobrotinum blívur brúkt ein Asus EEE og ein Asus EEE 900, har tann seinna hevur eitt sindur størri skerm.
08-10-2007Heerenveen 9-0 ! Heerenveen vann heili 9-0 móti Heracles í heimligu kappingini í gjar. Tað sum helst var serliga áhugavert var, at Alfonso Alves skoraði 7 av málinum
11-09-2007Ein komandi Opera heimsstjørna ? Paul Potts luttók herfyri í eini talent-kapping í Bretlandi, har hann valdi at syngja opera, og tað eydnaðis somikið væl at hann kom líka í finaluna og vann. Maðurin hevur í hvussu so er røddina í ordan, og spurningurin er kanska bara um hann blívur ein heimsstjørna.
|